Sambært politinum vóru 66 seyðir í einum seyðahúsið á Norðtoftum illa komnir av vanrøkt. Fýra vóru deyðir og ein bleiv avlívaður av djóralækna.
Av politistøðini í Havn verður sagt at politiið fekk í gjár eina fráboðan um møguliga djórapínslu í einum seyðhúsið á Norðtoftum.
– Onkur hevði mistanka um at tað stóð ikki væl til í einum seyðahúsi á Norðtoftum og tá politiið kom á staði kundu vit saman við djóralækna staðfesta at talan var um vanrøkt.
– 66 seyðir vóru inni í húsinum, har onkur var sera rak og illa fyri. Fýra vóru deyðir og ein seyður bleiv avlívaður av djóralæknanum.
– Í løtuni kanna vit málið og tann sum hevur ábyrgd av seyðunum skal avhoyrast áðrenn avgerð verður tikin um ákæra skal reisast, varð sagt av politistøðini.



