Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið sóknast eftir bilførara

Tíðindaskriv

Harðskapsmálið úr Norðdepli, sunnumorgunin 14. juli 2013.

Harðskapsmálið úr Norðdepli, sunnumorgunin 14. juli 2013.

Í samband við harðskapsmálið har fleiri persónar blivu stungnir við knívi í Norðdepli, sunnumorgunin 14. juli 2013, sóknast politiið eftir bilføraranum ella persónum í einum myrkum perónbili.

Bilurin er av vitnum sæddur koyrandi norðureftir frá Norðdepli á byrgingini til Havnnasund um 08-tíðina sunnumorgunin, tá ið ein ungur maður, ið var staddur við byrgingina, veitraði til bilin, og royndi møguliga at steðga honum.

Bilurin var møguliga ávegis til M/F Rituna, ið skuldi sigla kl. 08.45 frá Hvannasundi til Svínoyar, men kann eisini vera farin norðureftir móti Viðareiði.

Um vitnir halda seg hava sæð ein bil, ið kann svara til saknaða bilin, ella hava aðrar upplýsingar, ið kunnu hava týdning í málinum, biðjast tey seta seg í samband við politistøðina í Havn á telefon 351448.