Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Politikkarin sum fleiri ferðir er sekkjaður fyri at lúgva verður bretskur Premier Ministari

John William Joensen

Hann er eygnasteinurin í bretskum politikki hjá Donald Trump, og hann er meira kendur fyri skandalir enn fyri politisk avrik. Men í morgin fer bretska Drotningin at vísa honum álit at savna eina stjórn at stjórna landinum.

Skandalusøgurnar um umstrídda bretska politikkaran eru mangar og sera væl kendar.

Í 1988 fekk Boris Johnson sekkin sum tíðindamaður hjá The Times tá tað kom fram at hann sjálvur hevði framleitt eitt sitat í eini forsíðusøgu hjá blaðnum.

Í 2004 fekk hann sekkin sum næstformaður í konservativa flokkinum tá tað var avdúka at hann hevði logið um at verið ótrúgvur við einari fjølmiðlakvinnu. Kvinnan valdi at abortera barnið tá henni gjørdist greitt at Boris Johnson ikki vildi giftast við henni, sum hann annars hevði lova henni.

Eisini er hann kendir fyri í samband við Brexit fólkaatkvøðuna at hava lova veljarunum at bretska heilsuverki fór at fáa heilar 2,9 mia. kr. um vikuna í spardum útreiðslum til ES húsarhaldi. Hetta vallyfti vísti seg at verða ein lygn.

Men hinvegin hevur hann fólkatekki og var eisini vældámdur sum borgarstjóri í London.

Beint eftir at tað gjørdist greitt at hann hevði vunnið formansvali í konservativa flokkinum við umleið 2/3 av atkvøðunum, segði talsmaður fyri Jeremy Hunt, sum tapti formansvalið, at nú var tað týdningarmesta at flokkurin tók avgerðina hjá limunum í flokkinum til sín og at parlamentslimir flokksins savnaðust um nývalda formannin, so hann fekk ein veruliga fekk ein møguleika at leið Bretland úr naggatódnini, sum landið hevur verið í síðani Brexit fólkaatkvøðuna.

ES forsetin og statsleiðarar kring allan heim hava longu ynskt nývalda formanninum tillukku við valinum og sjálvur segði Boris Johnson seg hava sett sær trý mál nú hann í morgin skal taka við starvinum sum Bretskur Premier Ministari:

”Fáa Brexit til veruleika, sameina tjóðina og vinna komandi parlamentsvalið.”

Men flestu viðmerkjarar vænta tó at hann verður noyddur at útskrivað val um stutta tíð.

 

 

 

 

 

Harleyfacadeacryl