Kom við til upphiting til Summarfestivalin, har heilsa og umhvørvi smelta saman. Norðoya Javnaðarfelag skipar fyri einum tiltaki, sum vit kalla politisk plogging.
Tað snýr seg um at jogga (tað er eisini í lagi at ganga), heinta burturkast úr náttúruni og tosa um umhvørvispolitikk samstundis. Vit hittast við gongutunnilin við Borðoyarvík kl. 18 í kvøld, har ætlanin er, at fólk kunnu fara ymsar rutur. Aftaná verður eitt lítið bál og okkurt lætt ábit.
Øll eru hjartaliga vælkomin!




