Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Politiskur LIVE fundur úr Mikladali

Oliver Joensen

Norðlýsið er í Mikladali í løtuni, her vit saman við Starabúrinum, og Jógvan Sámal Heldarskarð fyriskipað politiskan fund í nýggju Eðge kafeteriuni. Fundurin er orsakað av plássinum og koronatilráðingini bert fyri innbodnum.Hetta í samband við kommunuvalið 10. november.

Herfríð Sørensen, Símun á Høvdanum, Karl Johansen og Elian Elttør, Signhild Johannesen og Gunnvá Tróndardóttir, Jógvan Skorheim og Magni Garðalíð, Jórun Høgnesen og Dávur Syderbø. Bárður Lydersen.

Vit fóru við Sam um fýratíðina í dag, og sigast skal at túrurin var ikki keðiligur saman við Victor Danjalsson og Sámali Petur í Grund á brúnni.

Nú verður so fyrireikað og sendingin fer í luftina í kvøld klokkan 19.30. Gunnar Nolsøe verður orðstýrari og sendingin hoyrist á stream.fo – Umframt hoyrist sendingin eisini í Klaksvík á FM 98,7.