Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Polterabend: Christian Olsen skal giftast!

Oliver Joensen

Christian Olsen, sum er ein av manningini á Norðsøka skal giftast og sjálvandi slapp hann ikki undan eini polterabend skemtiløtu saman við vinmonnunum. Sjálvandi skuldi hann egna nakrar húkar á sjónligum stað í býnum. Onki minni enn rundkoyringin í Vági bleiv vald til høvið. Vinmenninir høvdu latið Christian í eina spennandi drakt og harafturat var alt gjørt, lína, egnibakki stampur og alt, ið skuldi til. Uttanfyri ætlanina kom politiið eisini framvið og heilsaði Christiani har hann stóð sum ein annar Jónas á rundkoyringini og engdi.

Hjartaliga tillukku við giftingarætlanini Christian!