Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pomek: Eitt gott høvi at netverka

Jóhann Lützen

Jákup Eydnugarð, sølustjóri í Pomek, sigur, at teir eru farnir niður á stóru sølustevnuna í Barcelona fyri at heilsa uppá viðskiftafólkini og at fáa prát við veitarar.

Meginparturin av teirri føroysku fiskivinnuni luttekur á stevnuni í Barcelona, og har hevur Pomek sítt høvuðsvirksemi. Sølustjórin nevnir, at beint nú arbeiðir Pomek við eini nýggjari beding, ið verður klár í næstum. Hon fer at gera umstøðurnar til at viðlíkahalda skip og bátar munandi betri.

Hetta er fyrstu ferð, at Pomek er á sjóvinnumessu í Barcelona, men teir hava verið við áður á sjóvinnumessu í Bruxelles í Belgia. Messan er eitt gott høvi at netverka, sigur Jákup Eydnugarð, og letur væl at teimum báðum fyrstu døgunum.

Harleywoodpaint