Nevndarformaðurin á Posta, Joen Magnus Rasmussen, boðar frá, at starvið sum stjóri til Posta nú er lýst leyst. Eftir ætlan verður nýggjur stjóri settur til byrjan 1. januar 2024 ella sambært avtalu.
Síðan Joel undir Leitinum, fráfarandi stjóri, tók við øðrum starvi í summar, hevur fíggjarleiðarin, Jógvan Joensen, verið virkandi stjóri.
Starvslýsingin kann lesast her: Stjóri til Posta




