Eftir at hava húsast í somu hølum í Klaksvík síðani miðskeiðis í sekstiárunum, letur Posta nú hølini til Mentanarhúsið í Klaksvík. Bygningurin varð í síni tíð bygdur til postvirksemi og verður nú karmur um mentanarlig tiltøk:
Vit ynskja Mentanarhúsinum blíðan byrð, og vit fegnast um, at mentanarlívið í Klaksvík fær so góðar karmar. Nú eru vit eru í ferð við at leggja síðstu hond á nýggju hølini, soleiðis at vit verða klár til at bjóða viðskiftafólkum vælkomnum frá mánadegnum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.
Staðsetingin er enn mitt í býnum, tí mánadagin, 8. februar, letur posthúsið upp í Kirkjubrekku 1 – í hølunum, sum nógv kenna sum Innistovu.
Í dag 5. februar er posthúsið stongt vegna flyting.
Upplatingartíðirnar eru tær somu sum áður:
mánadag til fríggjadag frá kl. 10:00-15:00.
Posta ger vart við at postsmogurnar flyta við yvir í Kirkjubrekku 1.




