Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Potidamurnar pynta til jóla

Jóhann Lützen

Í øllum veðri hevur trúliga verið potað á Faktorsvegi 8 seinastu tíðina. Bilarøðirnar hava verið langar, men starvsfólkini hava verið ótroyttilig. Tá vit vitjaðu í morgun høvdu tey pynta til jóla við ljósperum og øðrum.

Tað er ikki nemt at kennast við starvsfólkini, ið fremja potingina. Tær eru væl vardar, sum ein annar Dick Turpin við masku uppundir eyguni, í brillum, á høvdinum, í handskum og drakt. 

Vit fingu eina mynd av potidamunum og so kunnu fólk royna at gita hvørjar tær eru. 

 

Harleyfacadeacryl