Tað er mangur leikur í longum talvi. Jú víst kann tað verða, men tíðin er við at renna undan, um vit hugsað um at gera eina semju og ein fiskivinnuavtalu við Ísland fyri 2017.
Loðna, hesin blanki og ediligi fiskur, er í slekt við laks. Og so luktar hon av nýskornari agurk. Vit í føroyum eru ikki serliga von við loðnu, við tað at hon er sera sjáldsom í føroyskum sjógvi, men hon finst tíðum í stórum nøgdum í Grønlendskum sjógvi og Íslendskum sjógvi. Eisini er ein stovnur í Barentshavinum sum Russland og Noreg býta sínamillum.
Føroyar og Ísland hava havt eina fiskivinnuavtal síðan 1976. Hendan avtalan hevur í høvuðsheitum verið ein sokallað Gentleman Agreement, har vit hava kunna fiska botnfisk og loðnu í Íslendskum sjógvi. Áðrenn tað fiskaðu førooyingar stórar nøgdir undir Íslandi, og hvør kennir ikki myndirnar av avriggaðum sluppum á Selvogsbankanum, sum hekk í mestsum hvørjari stovu í Føroyum, har fiskiskapur var lívsins livibreyð. Sjálvur eri eg alt ov ungur til at kenna veruliga til hesi viðurskifti, men vit kenna til túrarnar, sum hava verið gjørdir á Eysturlandinum av føroyingum, sum forvitnir hava vilja hoyrt søguna um føroyingar til lands í Íslandi. Ikki vóru teir so fáir. Abbi mín var har nøkur ár, og minnist meg rætt, var Líggjas á Fløttinum í Syðrugøtu og róði út á Bakkafjørðinum í 37 ár. Á Vopnafirði, har eg eigi nógvar løtur, eru enn toftirnar av Jomfrú-búrinum, har kvinnurnar sum gingu monnum til handar og mataðu. Bert á Vopnafirði vóru yvir 200 føroyingar mitt í 20-unum.
Nú er sjálvandi ein onnur tíð. Tá svartkjaftafiskiskapurin tók seg upp veruliga í 1998, hevði eg tað gleði at keypa fisk inn til Havsbrún. Hesi árini aftaná fiskaðu føroysk skip í Íslendskum sjógvi, og Íslendsk skip í Føroyskum sjógvum, vice versa. Hvør kennir ikki Rósugarðin, sum hesi árini var trároyndur seint um summari og út á heysti eftir svartkjafti.
Alt í alt kunnu vit ikki siga annað enn, at fiskivinnusamstarvið við Ísland hevur rigga væl í nógv Harrans ár, har báðir partar hava notið gott av, at hava eina avtalu sínamillum. Men nú sær tað út til, at av einari ella aðrari orsøk eru endaði í einari politiskari naggatódn millum londini sum sær út til at verða sera trupul at loysa. Og lat tað verða sagt beinanvegin, at tað eru tveir partar í hesum, og at eg eg als ikki takið part í Íslandi og teirra framferðarhátti hesum viðvíkjandi. Sjálvur havi eg arbeitt saman við íslendarum í nógv ár, og eisini havi eg arbeitt í eini stórari íslendskari fyritøku í 2 ár, so um ikki samdur, kenni eg sera væl íslendsku sjónarmiðini. Og eisini havi eg alment sagt í fleiri ár, at vit mugu og skulu arbeiði við at fáa avmarkingarnar burtur, sum eru innan loðnu og loðnufiskiskapin. Tá tað er sagt, er kreppan ikki meira torgreidd enn hendan.
Vit fáa: Loðnu (5% av MLV, tó max 30.000t), Botnfisk ca.5800tons, fría atgongd Svartkjaft
Vit lata: 1.300 makrel, 2.000 sild, fría atgongd svartkjaft (max 12 skip)
Stóri knúturin er, at Loðnan, sum vit fáa tillutað, hevur avmarkingar á, við tað at vit ikki sleppa at gera við hana sum vit vilja. Har eru ásetingar á, hvussu hon kann hagreiðast áðrenn og aftaná 15 februar, og hetta er sera órímiligt sæð úr føroyskum eygum, og hetta vilja føroyingar hava burtur. Sjálvur havi eg eisini verið framm um hetta í fleiri ár. Serliga kann tað ikki góðtakast, tí Íslendingar fiska nærum allan sín svartkjaft í Føroyskum sjógvi. Men tað vilja Íslendingar ikki. Afturat hesum eru Íslendingar sera firtnir inná, at Føroyingar ikki hava virt avtaluna um Loðnuna. Ein avtala er ein avtala.
Vit hava arbeitt innan karmarnar í avtaluni seinastu nógvu árini, og sum við øllum hevur tað gingið upp og niður. Men við einum nýggjum leisti, royndu vit í fjør at optimera virði í okkara lutið av loðnuni, og gav hon á leið 30. Mill kr. ella á leið 8,50kr/kg, sum er sera gott eftir okkara tykki. So tað sigur seg sjálvt, at vit eru sera stúrin fyri, at alt dettur á gólvið. Tað sum ger tað trupult at seta hart móti hørðum í hesari kreppu er, at um vit ikki lata atgongd av svartkjafti til Ísland, og veksla tað um til okkurt slag av virði (í hesum førum Loðnu og botnfisk) so verður trupult at finna ein annan samstarvsfelagað, sum hevur hesa atgongd fyri neyðini. Tí er mín inniliga áheitan á partarnar, at seta seg saman aftur, og finna eina loysn. Dettur avtalan við Ísland niðurfyri, í hesum BREXIT tíðum, so er vandi fyri, at hon er farin handan tey bláu fjøllini.
JAVARNIR, eru ikki nemmir; tað kann eg gott heilsa og siga, men lagnunar speisem hava teir eitt orðatak fyri at verða eitt serligt tvørball: Ver þú ekki eins og þróndur í Gøtu!
Tað er um at gera at nýta allar tær listir fyri at fáa eina avtalu skjótt við tað at tíðin rennur undan. Íslendingar eru eins og føroyingar tjóðkaparsinnaðir, og duga og tora at halda á sínum, og tað skulu vit sjálvandi eisini gera. Men vit mugu eisini jarðbundnir í okkara støðutakan, og ikki fantasera okkum til nakað sum ikki letur seg gera. Tað ræður um at at vit temja okkara hugmóð; tað er vegurin til loysnina við íslendingar, sum óivað tá eisini eru minni “HROKAFULLIR”
Við vón um loysn.



