Kom og lær alt um, hvussu tú greinar data við Power BI
Power BI er eitt tól hjá Microsoft, til at analysera data og til datavisualisering. Og tað er IN, og ikki uttan grund. Tað er nýskapandi uppá allar mátar. Lærir tú teg at brúka Power BI, so fert tú (næstan) ikki at brúka Excel longur. Tí Power BI er eitt slag av turbo Excel, har tú nógv lættari kanst síggja samanhangir millum tíni data.
Aftaná skeiðið, fert tú er tín fatan av tínum data totalt broytt.
Summi siga, at við Power BI, er tað sum at sita við sínum data í lógvanum og síggja tey í trimum dimensiónum.
Teir fyrstu 2 dagarnir ganga við, at fáa alt tað grundleggjandi uppá pláss, soleiðis at tú fært vitan og praktiskar royndir við Power BI Desktop. Alt sum skal til, fyri at kunna framleiða einfaldar visualiseringsrapportir.
Næstu 3 dagarnir, fara vit at fáa gjølla fatan av, hvussu tú kanst framleiða datagreiningar við Power BI Desktop við visualiseringum. Harafturat fært tú innlit í publisering, hvussu tú stýrir atgongd og dagførir Power BI Service.
Eru tit 2 sum tekna tykkum saman, fáa tit íalt 7500 kr. + mvg. í avslátturi.
Tilmelding og meiri kunning her >>
https://www.synergi.fo/skeid/microsoft-power-bi-laer-at-greina-data-vid-power-bi/
Synergi




