Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Prestagarðurin ein umhvørvisbumba

John William Joensen

Presturin í Christians Kirkjuni, Hans Eiler Hammer og familja hansara, hava ikki kunnað búð á prestagarðinum í meir enn 9 vikur, tí at húsini á Prestvegnum eru vatnskødd.

Í meira enn 9 vikur hava prestahjúnini í Klaksvík, Hans Eiler Hammer, konan og teirra børn verið húsvill. Í 7 vikur hava tey verið noydd at gista á Klaksvíkar Sjómansheimi við fýra børnum. Hetta hevur ikki verið ein nøktandi støða sigur hann. Trupult er at fáa alt at hanga saman, serliga tá hugsa verður um, at tey hvør í sínum lagi, skulu hava gerandisdagin at hanga saman. Eitt nú skal Hans Eiler røkja embætið og kona hansara sítt starv. Børnini skulu eisini hvønn dag í skúlan og á ansingarstovn.

Ótolandi luktur
Hans Eiler sigur, at tey gjørdust varug við trupulleikan í november ella desember í fjør. Tá raktu vit við ein ótolandi og rotnan lukt. Vit gjørdu vart við hetta yvirfyri Føroya Stiftsstjørn og teimum, ið høvdu gjørt eitt umvælingar arbeiði á prestagarðinum tvey ár undan hesum. Tá komu fleiri mans inn at kanna málið, og teir føldu lukt, men eingin visti hvar lukturin kom frá. Onkur tosaði um deyðar rottur. Men sjálvur metti eg, at tað var okkurt undir gólvinum í køkinum, men var einki gjørt við hetta á hesum sinni, greiðir Hans Eiler frá.
– Lukturin varð so ótolandi í byrjanini av mars, at eg sendi boð eftir snikkaranum, ið hevði lagt gólvið á í køkinum, og bað hann koma at bróta gólvið upp. Hetta var mikudagin 8. mars. Tá gólvið var fingið av, var bert eitt at gera, tí at ikki var verandi inni í húsinum og fingu vit staðfest okkara varhuga, at okkurt var sum tað ikki skuldi vera undir køksgólvinum. Tá vísti tað seg, at frárenslið frá vaskinum og uppvaskimaskinuni var dottið sundur, og lak tískil skitið vatn niður í krúpikjallaran. Hetta var orsøkin til tann ótolandi deymin í húsinum.

Flótandi óhumska
Tá gólvið var tikið av í køkinum kom ein ótespilig sjón til sjóndar. Øll jørðin í krúpikjallaranum var ein flótandi evja við nógvum sjónligum svampavøkstri. Snikkarin, ið hevði verið við til at leggja gólvið á í køkinum tvey ár frammanundan, metti at ikki var verandi á prestagarðinum, tí at vandi var fyri, at anda í seg skaðilig grókorn. Sýnsmaður frá tryggingini kom inná gólvið longu sama kvøldið, og hann metti eisini, at ikki var búgvandi á garðinum.
Til tess at fáa alla óhumskuna tikna upp, var boð sent eftir sløkkiliðinum. Sløkkiliðsmenninir vóru sera ansnir við at anda luftina í húsinum í seg, og vardu teir seg tí við luftmaskum, tá teir í eina samfulla viku, royndu at reinsa og taka upp evjuna, ið lá undir gólvinum.

Húsvill
Tær fyrstu tvær næturnar búði prestafamiljan hjá familju, men tann 10. mars fluttu tey fyribils inn á Klaksvíkar Sjómansheim. Á Sjómansheiminum høvdu tey tvey kømur. Eitt stórt kamar, brúðarkamarið, og eitt vanligt kamar. Telda, telefon, bøkur og annað, ið nýtt verður í gerandisdegnum kundu tey ikki brúka teir fyrstu dagarnar. Eisini var trupult hjá persónum at fáa fatur á presti, við tað at hann ikki var við hansara vanligu telefon og eitt skifti eisini uttan fartelefon.

Búðstaðarskylda
Teir flestu prestarnir í Føroyum hava búðstaðarskyldu. Hetta merkir, at teir í samband við teirra starv skulu búgva á einum ávísum bústaði nevniliga prestagarðinum. Tað er Føroya Stiftsstjórn, ið tekur sær av málum, ið hava við bústaðarviðurskifti hjá hesum prestunum.
– Av tí at bústaðarskylda er í embætinum, ið eg eri í, so skipaði Føroya Stiftsstjórn fyri, at fáa ein fyribils bústað til okkum, tá tað gjørdist greitt, at vit ikki við bræði kundu flyta inn aftur á Prestvegnum. Tá tað gjørdist greitt, at arbeiðið at umvæla húsini kemur at taka longri tíð enn væntað, hava teir eisini syrgt fyri, at vit hava fingið meira hóskandi bústað enn tvey kømur. Arbeiðið vísir seg nevniliga at verða nógv meira umfatandi enn fyrst væntað, tí at teir eru raktir við aðrar trupulleikar við prestagarðinum, sum krevja ábøtur her og nú.

Truplar vikur
Arbeiði hjá Hans Eiler hevur eisini í ávísar mátar verið tarnað av trupulleikunum við luktinum. Hetta gjørdi seg serliga galdandi, tá tey búðu á Sjómansheiminum. Tá var ikki altíð so lætt, at fáa gerandisdagin og arbeiði at ganga upp í eina størri eind.
– Tær sjey vikurnar á Sjómansheiminum vóru truplar, men tað gekk so frætt sum tað gjørdi, tí at arbeiðsfólkið har vóru vinarlig, fyrikomandi og hjálpsom í allar mátar. Tá man er ein stór familja sum vit jú eru, er tað ikki lætt at búgva saman við øðrum gestum á einum gistingarhúsið í hýsur nógvum ymiskum tiltøkum. Tí máttu vit av og á fáa børnini at vera friðarlig á ein hátt, ið vit kanska ikki høvdu gjørt heima.

Hvussu leingi
Fyribils eru tey glað fyri at hava fingið møguleika at fáa eitt hús har tey kunnu vera einsamøll. Føroya Stiftsstjórn hevur fingið í lag eitt leigumál av einum húsum í Klaksvík, soleiðis at umstøðurnar hjá familjuni nú er nógv betri og meira hóskandi fyri eina nýmótans familju, við einum gerandisdegi við nógvari fer. Tey vóna, at tey skjótt kunnu flyta inn aftur á prestagarðin á Prestvegnum 7.
– Vit vita enn ikki við vissu, hvussu leingi arbeiði fer at taka, men arbeiðsmenninir meta, at tað kemur at taka umleið tveir mánaðir afturat teimum 9 vikunum, ið longu er gingnar. Men eg tori ikki at líta á hetta, tí at royndirnar vísa, at ofta taka umvælingararbeiði longur enn vænta. Hetta serliga tá talan er um almennar og gamlar bygningar. Vit vóna sjálvandi at fáa prestagarðin aftur sum skjótast, sigur Hans Eiler Hammer.