| Frá fríggjadegnum 20. til mánadagin 23. mai verða føroysku sóknarprestarnir í Íslandi, og ímeðan fara eldri prestar og yngri kreftir, ið ikki eru í føstum starvi at røkja kirkjuligu tænasturnar.
”Ætlanin við ferðini er at styrkja tey persónligu, sosialu og fakligu atlitini, ið nema kall og embæti prestanna,” stendur á heimasíðuni folkakirkjan.fo. Hetta er ikki fyrstu ferð at skipað verður fyri einum átaki av hesum slagnum, men hetta er tó fyrstu ferð, at sóknarprestarnir sum bólkur fara av landinum samstundis. |




