Men í fyrstu syftu bara í nakrar dagar, tí talan var um villu, sigur Strandferðslan. Vit skulu tó vænta okkum prísbroytingar seinni í ár.
Norðoyingar hava seinastu dagarnar vent sær sær til Norðlýsið, nú prísurin fyri mánaðarkorti á bussleiðini millum Klaksvík og Tórshavn um knappliga hækkaði 100 krónur. Talan er um ógvusliga hækking á meira enn 10 prosent, sum kom uttan ávaring frá Strandferðsluni.
Tað merkist hjá vanligum fólki, at bæði olja og matvørur gerast alsamt dýrari, so tað mundi kennast sum steinur omaná á byrðu, at eisini Bygdaleiðir hækkaði sínar prísir.
Norðlýsið hevur kannað málið, og ætlaði at spyrja hví Strandferðsluna ikki hevur lýst við knappligu príshækkingini frammanundan. Vit skilja, at talan var um villu í samband við dagføringar av KT-skipanini hjá Strandferðsluni og fólk, sum hava goldið ov nógv, fáa peningin aftur.
Men gleðin verður stokkut.
Tí sambært Strandferðsluni skulu fólk vænta prísbroytingar seinni í ár og at lýst verður við hesum í góðari tíð.
Norðlýsið fylgir málinum.



