Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Privatir ella Kommunalir skúlar

Oliver Joensen

LEIÐARIN: Fólkaskúlin hevur natúrliga verið kjakevnið í heimum, har børn hava búleikast, ið vóru undir skipanini um 7 ára skúlagongd, sum seinni var longd.

Fólkaskúlin hevur natúrliga verið kjakevnið í heimum, har børn hava búleikast, ið vóru undir skipanini um 7 ára skúlagongd, sum seinni var longd.

Vit vilja øll børnum okkara tað besta og tí hava vit sjálvandi eitt vakið eyga við skúlanum, sum vit lata børn okkara upp í hendirnar á ein stóran part av degnum.

Fyri árum síðani var nógv kjakast í Klaksvík um frískúla og privatskúla. Tað sýnist sum um at hetta kjak er dovnað burtur og at foreldur í størri mun enn tá, sum heild eru nøgd við skipanina við almennum kommunuskúlum.

Aðrastaðni hevur tó verið gróðrarbotnur fyri privatskúlum. Nonnuskúlan kendu tey flestu og hesin skúlin hevði í hvussu so er í eina tíð eitt sera gott umdømi og tað segðist at næmingar, sum komu úr tí skúlanum vóru væl fyri til víðari lestur.

Síðani hava vit fingið ein privatskúla á Velbastað og ein í Skálabotni.

Hvussu tað gongst hesum seinastu báðum at fáa næmingar vita vit ikki, men tað hevur ljóðað at tað hevur gingið trupult hjá nonnuskúlanum at fáa nýggjar næmingar inn.

Hví so er, er ilt at siga nakað um, men tað er ein veruleiki, at tað kostar foreldrum skúlapening at hava børnini gangandi í privatskúlum, so peningaligu viðurskiftini hjá fólki kunnu gera seg galdandi her.

At kjakið um privatskúlar nærum er tagnað í Norðoyggjum kemst kanska av at vit hava fingið ein nýggjan Ósáskúla og ein umvældan Ziskatrøðskúla.

Kommunuskúlin her hevu helst dugað at gjørt broytingar til tað betra seinnu árini soleiðis at foreldur væl kunnu liva við umstøðunum, sum kommunalu skúlarnir kunnu bjóða børnunum.

Í blaðnum ídag viðgerð Danjal Viðoy, ið í løtuni er í Danmark á læraraskúla júst hesi viðurskifti í danska samfelagnum, og samstundis hugleiðir hann nakað um viðurskiftini eystan Múlan.

Her í Norðoyggjum bendir onki á at longsil er eftir at seta á stovn privatskúlar. Tá vit spurdu okkum fyri hjá øðrum skúlastjóranum í Klaksvík, vitsti hesin ikki um nakran næming higani, ið hevði melda seg á frískúla – ber tað boð um at foreldur eru nøgd við okkara skúlar? – Tað kundi sæð so út.