Í dag, 22. juni, hava teir fyrstu næmingarnir, ið hava lokið 4 ára miðnám á Serbreytini á TSK, fingið prógv. Hátíðarløtavar fyri næmingum, foreldrum og avvarandi á skúlanum og Maiken Skarðenni, ið var við til at seta serbreytirnar í Føroyum á stovn, helt gestarøðu.
Vit ynskja næmingunum hjartaliga til lukku við próvnum og blíðan byr framyvir.




