Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Prógvhandan skipsatstøðarar 2025

Jóhann Lützen

Hátíðarløta var hósdagin 19.juni á Sjónámi tá 10 skipsatstøðarar fingu prógv

 

 

 

Jan Højgaard frá Føroya Fiskimannafelag handaði virðislønir.

 

Fyri besta úrslit fekk Eyðtór Ansgar Jensen eina klokku við baremetur frá Føroya Fiskimannafelag

Fyri gott úrslit fekk Fríður Dam Johannesen ein Steiner kikara frá Føroya Fiskimannafelag

Besti floksfelagi (valdur av næmingum) var Eyðtór Ansgar Jensen, ið fekk eitt ur frá Vela-Watches.

 

Annfinn Olsen, reiðari, bar fram eina frálíka røðu.

 

Steintór Rasmussen framførdi nakrar av sínum sangum saman við Heina Ziska Dahl á tangentunum. Poli Mikkelsen og Snorri Brend spældu undir til felagssangirnar.

Sjónám ynskir nýklaktu skipsatstøðarunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr á starvsleiðini.

 

Harleyfacadeacryl