Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Punkdiskotónar úr Oslo á G!

G!

Eitt brak av eini konsert er í væntu, tá ið norski bólkurin Das Body kemur á vitjan. Tónleikurin tey spæla er er eitt slag av punkdisko tónleiki. Ellie Linden eitur orkumikla songkvinnan, sum stendur í miðjuni, og hon minnir ikki sört um eina blanding av Debbie Harry og Gwen Stefani.

 

Hettar er ein av hasum bólkunum, har tað er ringt at fanga teirra sonnu orku á upptökum – eins og tað er ringt at fanga hugflog og goyma tað á flösku.

Boðini eru stutt og greið: Das Body skal upplivast! Og tað kanst tú á G!