So illa lat, Bethuel Johannesen, skipari á Klakki, at í morgun, tá vit tosaðu við hann. Klakkur fór fríggjadagin á ísfiskaveiðu undir Føroyum, og hevur sostatt fiska síðani leygardagin.
Vit eru norður vestur úr Mykinesi, línubátarnir eru her á leið og eystureftir. Men fiskiskapurin er púrt ongin. Vit hava roynt í einar fýra dagar og hava um 25.000 pund í lastini.
Hetta skuldi verið besta fiskitíð á árinum, men tað sýnist sum um fiskurin er ikki til, støðan er tann sama hjá línubátunum, sum vit hava frætt frá, teir liggja um 50-60 kassar upp á dagin og tað eru á leið 6.000 pund og tað er at kalla ongin fiskiskapur hjá hesum skipunum, harafturat er fiskurin vit nú fáa smáfallandi.




