Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

PUTIN ella AYATOLLAH?

Rúni Hammer

Seinastu tíðina er vorðið eyðsæð, hvat hendir, tá ið álit verður sett á at kunna keypa orku úr Russlandi ella Miðeystri. Prísirnir á olju rúka upp, tá ið einaræðisharrar royna at skrúva kranan fyri til tess at leggja trýst á frælsa vesturheimin.

Føroyar eiga at lyfta sín part av byrðuni. Vit eiga at tryggja eina støðuga oljuframleiðslu úr vesturheiminum – úr frælsum, demokratiskum londum. Vit eiga ikki við okkara orkunýtslu at stuðla, at einaræðisharrar í Russlandi og Miðeystri verða sitandi við valdið.

Við Fólkaflokkinum seta vit aftur oljuleiting undir Føroyum í fokus og bjóða oljufeløgum vælkomnum at gera íløgur her. Putin, Ayatollah ella Rúna? Vel so heldur Rúna.

Rúni Hammer, valevni hjá Fólkaflokkinum

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars