Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ráðstevna: Miðlar á vegamóti

Jóhann Lützen

Dimmalætting, Kringvarpið, Sosialurin og Norðlýsið skipað fyri ráðstevnu í morgin um avbjóðingar og loysnir í føroyska miðlalandslagnum

 

Føroyska miðlalandslagið er á einum vegamóti. Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur hótta fíggjarliga grundarlagið undir privata blaðmarknaðinum og almenna public service-miðlinum. Ólukkutíð, hendir hetta samstundis, sum bæði staðbundnir miðlar og tjóðarmiðlar eru undir vaksandi trýsti í alheimsgjørda miðlalandslagnum.

Í Føroyum síggja vit, hvussu altjóða miðlarisar dustsúgva lýsingatorgini, og at stroymingar- tænasturnar taka yvir størri og størri partar av miðlanýtsluni. Broyttir miðlavanar og eitt miðla- landslag, sum við vaksandi talinum av globalum veitarum gerst alt meira einstáttað, hava við sær, at eyðkendi føroyski miðlavangin viknar.

Ráðstevnan setur sjóneykuna á føroyska miðlalandslagið og týdning tess í framtíðarinnar Føroyum, har álítandi, kritiskir miðlar og eitt dygdargott vælferðarsamfelag eru fyritreytir hvør hjá øðrum.

Vit spyrja, hvønn týdning eitt føroyskt miðlalandslag hevur í 2022. Hvussu loysa vit avbjóðingarnar at styrkja miðlalandslagið? Hvønn leiklut hava miðlarnir, tá ið tað kemur til at varðveita savn- ingarmegina og fólkaræðið og at menna bæði lokalsamfelagið og samfelagið sum heild? Og at stimbra mentan og tjóðarsamleika í Føroyum? Umboð fyri nakrar av stóru miðlunum í Føroyum og útlendskir serfrøðingar seta miðlagongdina í frásjón.

Atgongumerkir kunnu keypast á nlh.fo ein av komandi døgunum.