Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum

Jóhann Lützen

Plastrusk heintað eftir lítlari løtu við Guttabreyt og Borðoyavík

 

Í 20 minuttir í regni og vindi heintaðu næmingarnir á Serbreytini í vetur upp í spannir av plastruski í nærumhvørinum. Vit vita, at tað tekur drúgva tíð at plastevni sindrast og oyðist úr náttúruni.

Á myndunum sæst nakað av ruskinum, sum er sett alment fram á TSK.

Í morgin, leygardag, hevur Tekniski Skúlin Opið Hùs frá kl.10 til 15. Tá er høvi at hitta næmingar og lærarar, sum eru fús at kunna og greiða frá fjølbroyttu útbúgvingum og virkseminum á skúlanum.