Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rætt skal vera rætt!

Tíðindaskriv

Eg varð satt at siga skelkaður, tá ið eg í Degi og viku í gjár hoyrdi stjóran á Hagstovuni fortelja øllum Føroyum, at kommunurnar hava og brúka ov nógvar pengar. Í hesum fótbóltsdøgum kann eg ikki siga annað, enn at hetta er langt offside!

Somuleiðis segði stjórin á Hagstovuni, at kommunurnar hava fingið alt ov nógvar pengar út í samband við yvirtøkuna av eldraøkinum. Tá ið eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, fylgdi játtanin frá landinum við, men tað var bert til rakstur – ikki íløgur, sjálvt um íløgutørvurin á eldraøkinum er risasatórur. Harumframt hevði landið niðurpínt eldraøkið so nógv og so longi, at raksturin hevur kostað okkum nógv meira, enn landið nakrantíð hevur brúkt, tí at vit vilja geva okkara eldru borgarum eina virðiliga tænastu.

Í Norðoyggjum hava vit viljað raðfest eldraøkið ordiligt. Tí brúka vit í løtuni tíggju milliónir meira á eldraøkinum, enn landið lat við til raksturin, og harumframt hava vit gjørt eina umfatandi kanning av tørvinum og nøgdseminum á eldraøkinum, samstundis sum vit skulu gera bráðfeingis íløgur komandi árini fyri upp ímóti 40 milliónum.

Tað hevði klætt stjóranum á Hagstovuni at hugt upp frá sínum excel-arki og sett seg inn í, hvussu játtanin frá landinum samsvarar við tørvin á eldraøkinum, sum kommunurnar skulu reka, tí tørvurin hevur víst seg at vera rættiliga nógv størri.

Norðoyggjar fevna um áleið 10% av samlaða íbúgvaratalinum í Føroyum, og falda vit upp merkir hetta sostatt, at raksturin á eldraøkinum – um vit altso vilja geva okkara eldru eina virðiliga tænastu – krevur 100 milliónir í eykajáttanum, sum landið neyvan nakrantíð hevði komið við. Og hesar 100 milliónirnar eru bara til rakstur. Verður faldað upp á íløgusíðuni, er talan um ein íløgutørv uppá umleið 400 milliónir, sum landið heldur ikki ger nakað við.

Hvussu Hagstovan kann koma til ta niðurstøðu, at kommunurnar hava ov nógvar pengar, er fyri mær óskiljandi. Við samlaða íløgutørvinum og neyðuga rakstrinum standa kommunurnar við upp ímóti eini hálvari milliard í eftirsleipi í mun til ta játtanina, sum landið hevur til eldraøkið. So higartil hevur yvirtøkan ikki víst seg at vera nakar fíggjarligur fongur fyri kommunurnar, men vit ræðast ikki avbjóðingar og vilja sjálvandi gera tað, sum skal til, fyri at okkara eldru borgarar fáa ta tænastu, tey hava uppiborið.

So tá ið Sigurd Poulsen í Degi og viku fortelur, at kommunurnar hava fingið ov nógvar pengar, so kundi hann ikki verið longri frá veruleikanum. Hinvegin hava vit fingið alt ov fáar pengar til rakstur og slett ongar pengar til íløgur á eldraøkinum!

Jógvan Skorheim, borgarstjóri