Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rætting: Maður omandottin av Snæfelli

Jóhann Lützen

Maðurin fekk givið boð frá sær og varð fluttur við tyrlu á landssjúkrahúsið, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni

Um middagsleiti ígjár kom fráboðan á vaktsentralin, at ein maður var dottin í fjøllunum norðanfyri. Sambært Vørn er maðurin dottin við Katlarnar omanfyri Árnafjørð. Hetta er tó ikki rætt. Maðurin er dottin av Snæfelli oman móti Sev-verkinum norðuri á Strond. Maðurin fekk givið boð frá sær. 

Tyrla hjá Atlantic Helicopters varð send á staðið og flutti mannin á Landssjúkrahúsið. Vakthavandi á løgreglustøðini visti ikki at siga um heilsstøðuna hjá manninum. 

Tey sum luttóku í leitingini og bjargingini vóru: Sjúkraflutningstænastan, MRCC Tórshavn, Atlantic Helicopters, Sløkkiliðið í Klaksvík, Norðoya Bjargingarfelag og Løgreglan.