Rakul Beinirsdóttir Gardar er sett sum nýggjur løgfrøðingur í Klaksvíkar kommunu.
Rakul hevur masterútbúgving í løgfrøði og hevur seinastu árini starvast á HR-deildini hjá Articon, har hon m.a. hevur umsitið starvsfólkaviðurskifti og dátuvernd. Rakul hevur eisini starvast sum ráðgevi í samband við verkætlan hjá Apoteksverkinum og í Almennaverkinum.
Høvuðsuppgávan hjá Rakul verður at veita starvsfólkum løgfrøðiliga ráðgeving og sparring í ymiskum málum, eitt nú um málsviðgerð og alment innlit. Afturat hesum kemur Rakul at hava yvirskipaðu ábyrgdina av dátuverndarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu.
Vit ynskja Rakul hjartaliga til lukku við starvinum.



