Fyri 25 árum síðan, tóku foreldur, saman við Javna, stig til at fáa bygt og skipað Dáan. Dáin skuldi verða ein natúrligur partur av umhvørvinum. Og sigast má, at hetta hevur eydnast væl við góðum og dugnaligum starvsfólkum. Tað heldur leiðarin í umlættingarstovninum Dáin sum í dag hátíðarhelt 25 ára starvsdag hjá Randi Skaale, sum var sett í starv tá stovnurin læt upp.

Dáin hevði seinrapartin skipað fyri samkomu fyri starvsfólk og tey nærmastu hjá Randi og leiðarin handaði Randi ein málning sum takk fyri trúfasta tænastu.
– Randi hevur starvast sum hjálparfólk og hevur virka sum námsfrøðingur øll árini og vitanin hjá henni er gull verd fyri ein stovn sum okkara, segði Joan Midjord m.a. í takkarrøðu fyri Randi.
Sí myndir