Frá sløkkiliðsstøðini í Klaksvík verður sagt at vindurin hevur serliga gjørt um seg uppi í Uppsølum og uppi á Hædd. Lítið og einkið hevur verið at gjørt hjá sløkkiliðnum í eystara partinum av býnum ella vestanmegin úti á Bumshamri.
Eldri fólk, sum búgva í Uppsølum og á Vágsheygg, hava onkuntíð tosa um tá hann er “Rangur eystan”.
Sambært veðurmátingarstøðini hjá landsverk, sum stendur í Gerðabø, var ættin tá harast leikaði á Landsynningur og skrástingarnar hjá vindmálaranum svinga heilt frá 100 til 170 gradir, sum er frá vestan til sunnan. Men tað sum fólk í pørtum av býnum upplivdu var at hvirlurnar komu oman frá Háfjalli og Kjølinum sum er útsynningur og vestan.
Uppi á Fossum við Ástarbreytina fóru tvey seyðahús í nógva vindinum og sambært sløkiliðsstøini húsini av grundini omam móti býnum, sum er næstan øvugt ætt av tí sum vindmálarin á Vágsbø samstundis skrásetti.
Sagt var av sløkkiliðsstøðini í Klaksvík at teir sendu ein bólk av sløkkiliðsmonnum niðan at Fossar, men har var vindurin so ógvusligur at mett var at tað var ikki ráðiligt. Tí liggur framvegis nógv tilfar og fíkur í vindinum uppi á Fossum.
Tá vit tosaðu við sløkkiliðsstøðina í Klaksvík umleið Klokkan 6 í morgun vantaðu teir at vindurin fór at vaksa aftur av somu ætt út á dagin.





