Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ransin: Vit hava álit á venjaranum

Jóhann Lützen

Vit fara ikki at koyra mannin undir bussin, sigur Ransin N. Djurhuus formaður í HB

Tað hevur valda óvissa um leiklutin hjá HB høvuðsvenjarinum síðani fleiri í venjaratoyminum søgdu seg úr starvi herfyri. 

Við Norðlýsið sigur Ransin N. Djurhuus formaður í HB at nevndin hevur álit á høvuðsvenjarinum. 

– Vit hava álit á Dalibor. Hann hevur verið burtur í 10 dagar og kemur til landið í dag. Vit fara á fund við hann í dag og so taka vit tað herfrá. Vit fara ikki at smida mannin undir bussin, sigur Ransin N. Djurhuus við Norðlýsið

Harvið tykist starvið hjá Dalibor Savic, høvuðsvenjara hjá HB at verða trygt.