Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rás 2 nú við fullari styrki

Oliver Joensen

Tað hevur gingið sera striltið hjá Rás 2 við sendaranum á Brúnanskarði. Men fríggjadagin í síðstu viku vóru Petur Jacobsen og sonurin Dávur á skarðinum og skiftu móttakaran út og nú sendir Rás 2 við fullari styrki av Brunanskarði.
Norðlýsið er á Rás 2 ídag kl. 17 við ymiskum forvitnisligum.

Farið var niðan á Brúnanskarð fríggjadagin um hálvgum eitt tíðina við tyrluni hjá Atlantsflog við útgerð.
Væl gekst at seta nýggja móttakaran til og eisini blivu nakrar leiðingar útskiftar og eftir lokið arbeiði bleiv sendarin testaður og tað vísti seg at hann riggaði væl. Arbeiðið var liðugt um trýtíðina og nøgdu Rás 2 menninir kundu fara oman aftur í góðum hýri.
Í hesum umfarinum bleiv sjálvur sendarin ikki útskiftur, men um stutta tíð verður nýggjur sterkari sendari settur upp á Brúnanskarði og tá verður roknað við at komið er á mál.