Í gjár kom tíðindaskriv frá Edvard í Skorini Joensen, sum er stjóri í Televarpinum, at Televarpið sjálvt fer at senda beinleiðis frá Betri deildini 2019/20. Miðlahúsið hevur annars tikið sær av innihaldinum á Rás 1 síðan 2017
Tann 9. november 2017 kunngjørdi in.fo at “Nú fer Miðlahúsið undir sjónvarpsframleiðslu”
Í greinini stóð; at Rás1 hjá Televarpinum fær nú nýtt lív við tíðindainnsløgum, samrøðum, kunnandi tilfari, lýsingum og øðrum. Televarpið og Miðlahúsið hava gjørt samstarv um Rás1, og tað hevur við sær, at Miðlahúsið frameftir fer at taka sær av innihaldinum á Rás1.
Rás1 sæst kring alt landið. Øll, sum hava Televarpið, síggja Rás1, og eisini tey, sum síggja Kringvarpið umvegis antennu, kunnu síggja Rás1.
Stjórin í Miðlahúsinum segði í somu grein soleiðis: Rás1 passar væl inn í virksemið hjá Miðlahúsinum og gevur okkum møguleika at røkja enn ein miðil, sum kann skapa fjølbroytni í miðlalandslagnum, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
Miðlahúsið framleiðir tíðindainnsløg, samrøður og annað tilfar til Rás1, sum eisini bjóðar kunning um veðrið, flogferðslu og seinastu tíðindini av In.fo. føroysk sjónbandaløg, lýsingar og annað filmstilfar verður eisini partur av sendiflatuni hjá Rás1.
– Vit síggja stórar møguleikar í at menna ein nýggjan miðil, sum kann verða í góðum samspæli við hinar miðlarnar í Miðlahúsinum, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
Stjórin á Televarpinum segði við in.fo í nevndu grein soleiðis.
– Vit halda at møguleikarnir við Rás1 eru stórir, og vit síggja fram til eitt burðardygt samstarv við Miðlahúsið har Rás1 støðugt verður ment til gagns fyri allar føroyingar, sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum.
Í gjár kom tíðindaskriv frá Edvard í Skorini Joensen, sum er stjóri í Televarpinum, at Televarpið sjálvt fer at senda beinleiðis frá Betri deildini 2019/20.
Ein samstarvsavtalu er gjørd í millum Televarpið og Fótbóltssamband Føroya, um hesi viðurskifti. Einki stendur um Miðlahúsið er partur av hesi avtalu.
Eftir stendur, um Miðlahúsið nú er partur av Rás1 ella Televarpið nú aftur stýrir sjónvarpsrásini, Rás1. Vit at royna at fáa svar uppá hetta næstu dagarnar.
Dystirnir hjá KÍ á heimavølli verða tó ikki at síggja í ár, tí leiðslan í KÍ hevur ikki ynskt at verða partur av skipanini.




