Eftir mannfjøldini sum møtti upp við pallin á Summarfestivalinum klokkan eitt síðstu nátt, sást at føroyingar enn taka gomlu slagararnar hjá John Mogensen til sín. Vágsbøur var stúgvandi fullur av fólki í góðum hýri.
Vit fingu eisini væltulkaðan John Mogensen at hoyra. Rasmus kom sera væl frá síni framførðslu og serstakliga legði eg til merkis góða tónleikin, sum tónleikarar hansara løgdu fyri “náttina” – ein sera góð uppliving.













































