Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rebekka luttekur í DM

Frælsur Ítróttur

Hetta vikuskiftið verður DM í frælsum ítrótti hildið á Skovdalen Atletikstadion í Aalborg. Rebekka Fuglø úr Treysti luttekur í 800m og 1.500m.

Í morgin kl. 13.30 føroyska tíð skal hon renna A-finaluna í 1.500m. 22 kvinnur eru tilmeldaðar og eru 11 í hvørjum riðili. Rebekka eigur sjeyndu bestu tilmeldingartíð og er tí komin í A-finaluna. Tíðin hjá henni er 4.30,20 min. sum hon rann á Oyggjaleikunum á Gotlandi í summar, tá hon vann bronsu og setti føroyskt met. 

– Málið hjá mær hesaferð í 1.500m renningini er fyrst og fremst, at renna undir 4.30 og seta persónligt met, og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, tí tær eg skal kappast ímóti eru allar rættiliga góðar, sigur ein spent Rebekka Fuglø,

Bert góðar tveir tímar seinni kl. 15.35, skal hon renna í seinna innleiðandi riðili í 800m. Tær eru sjey rennarar í hvørjum riðili, har tvær tær fyrstu í hvørjum riðili, og harnæst fimm tær bestu tíðirnar ogna sær sess í finaluni, sum verður runnin sunnudagin kl. 13.00 føroyska tíð.

– Hon er tíbetur komin í seinna riðilin í 800m. Um fyrsti riðil verður runnin spakuligt, so hon veit hvat skal til fyri at koma í finaluna og kann hon verða heppin, við at koma víðari uttan at brúka alt ov nógva orku, sigur venjarin Guttorm Sørensen, sum er við í Aalborg.

– Rebekka, sum í summar hevur sett nýggj føroysk met í 800m og 1.500m, er í góðari venjingarstøðu og vit vóna at hon í minsta lagi setur eitt met í DM og kemur nakað heiðursmerki heim við, so er tað eitt eyka bonus, sigur Guttorm.

Ein annar føroyingur, Tórur Mortensen úr Hvirluni, sum vann silvurheiðursmerki í trístøkki á Oyggjaleikunum á Gotlandi, luttekur eisini. Hann hevur drigist við ein lopskaða og ferð tí at royna seg í 100m og 200m. Hann rann fyri tveimum vikum síðani undir føroyska metið í 200m, sum er 23,00 sek., men tíverri var ov nógvur undanvindur. Til DMU í farna vikuskifti rann hann bert 7/100 seinni enn metið, sum er 11,27 sek. Gongst honum væl í DM, so kann verða at hann tekur bæði metini.