Í samband við 3. umfar í TF Stórkappingini, sum Treysti skipaði fyri á Tórsbreyt leygardagin, setti Rebekka Fuglø úr Treysti nýtt føroyskt met í 400m renningini. Tíðin hjá henni bleiv 60,22 sek. og harvið betraði hon sítt egna føroyska met frá 2013 við 30/100 sekund.
Í farna mánað setti hon persónligt met í 200m, og á Norðoystevnu setti hon persónligt met á 5 km teininum, so venjingarstøðan hjá henni sær væl út, nú hon hósdagin ferð avstað til Oyggjaleikirnar á Jersey har hon skal luttaka í 800m og 1.500m.
Umframt Rebekku, so hava aðrir íðkarar eisini sett føroysk met í teimum trimum umførnum í TF Stórkappingini, sum hava verið hildin á Tórsbreyt seinasta mánaðin.
Hanus Bergsson úr Hvirluni hevur betrað sítt egna føroyska met í spjótkasti til 62,32m og er hann fyrsti føroyingur, sum kastar spjótið útum 60 metrar. Hanus skal eisini umboða Føroyar á Jersey.
Edna Maria Debes úr Hvirluni setti í fyrstu kapping, sum var 23. mai, nýtt met í hæddarlopi hjá kvinnum, so tað nú er 1.48m.
Leygardagin lupu kvinnurnar longdarlop. Tá var tað fyrst Margit Weihe Frímundsdóttir úr Bragdið, sum setti met við 4,63m. Løtu seinni leyp Edna Maria Debes 4,80m og setti aftur met, men Margit leyp seinni 4,84m og er tað nýggja føroyska metið í longdarlopi.
Margit setti í 2. umfari, sum var 30. mai, føroyskt met í 200m, tá hon rann teinin uppá 27,21 sekund.




