Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Regn – nógv regn

Hanus Kjølbro

Tað hevur regnað illa í morgun og í kvøld. Júst hvussu nógv er komið niður, er ikki so lætt at siga, men veðurstovur hava sett tøl á í millimetrum.

Norska heimasíðan www.yr.no, sum er samstarv ímillum Norsk Metorologisk Institutt og NRK, hevur sett samlaðu mongdina, sum er komin niður í Føroyum í dag, til 8,6 millimetrar.

Hetta merkir stutt sagt, at regnvatnið hevði staðið 8,6 millimetrar upp úr vegi, bøi, haga, hellu ella øðrum lendi, um tað ikki rann frá í eina á ella á annan hátt fór í havið ella fordampaði.

Víddin á Føroyum er 1400 km2 – og tað svarar til 1.400.000.000 m2 (1,4 milliardir fermetrar). Falda vit fermetrarnar við 0,0086 m (8,6 millimetrar roknaðir um til metrar) er úrslitið 12.040.000 m3, ella 12,04 milliónir tons.

Í hylinum á Sjónámi eru 342 tons av vatni. Alt hetta regnið, sum er komið niður í Føroyum bert í dag, hevði fylt hylin 35.204,7 ferðir!

Tað er ikki so lítið…