Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Reiðarafelagið: Tørvur á størri støðufesti í fiskivinnupolitikkinum

Jóhann Lützen

Síðani 2017 hava fleiri enn 350 broytingar verið viðgjørdar í sjófeingislógini umframt veiðigjaldslóg og serskattalógi við broytingum

 

Á Fiskivinnutinginum í Varpinum ígjárkvøldi vísti Steffan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum á, at politiski váðin er stórur og tað elvir til ótryggleika og óvissu hjá vinnuni. 

Hann mælti til at tørvur er á størri støðufesti í fiskivinnupolitikkinum og tørvur er á breiðari viðgerð viðvíkjandi veiðgjøldum og serskattalógini. 

Stefan í Skorini eftirlýsti eisini breiðar fiskivinnupolitiskar semjur, sum halda yvir ár, so at vinnan veit hvat hon hevur at fyrihalda seg til. 

Hóast ein ørgrynna av broytingum eru gjørdar, ynskir vinnan framvegis nakrar tillagingar frameftir:

  • Størri tryggleika fyri gildistíðarskeiðnum av loyvum
  • Smidligari møguleikar fyri at avhenda loyvir (60%-reglan)
  • Møguleiki fyri at trola við tveimum trolum undir Føroyum
  • Veiðigjøld eiga at taka størri atlit til veruligu støðuna í vinnuni
  • Serskattalógin krevur eftirmeting

 

Fiskivinnutingið sæst her.