Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reint fidusmakarí

John William Joensen

Formaður Sjálvstýrisflokksins tekur at sær ábreiðslur um at vilja sæta sær sjálvum í spurninginum um Føroyar sum eitt valdømi. Samstundis sum hann takkar fyri blaðrúmd í Norðlýsinum, er hann samdur við blaðstjóranum, at lítli flokkurin við tí einsamalla tingumboðnum hevur havt, ikki bert stóra ávirkan á gongdina í føroyskum politikki, men “ómetaliga stóran týdning fyri gongdina í føroyska samfelagnum,”sum hann málber seg. Onkur vil halda ov stóra ávirkan.

Formaðurin tekur undir við samanberingini við áttamannafarið, men smýgur sær hegnisliga undan, at flokkurin eins og hetta megnarfar nú er spáddur at kvøða sín svanasong. Síðani ynskir hann eina meira sakliga viðgerð av faktuellum skeivleikum, tí Norðlýsið í hesum føri bert fer eftir manninum heldur enn bóltinum, umberð seg við at vera “einsamalli tingmaðurin” , sum hevur gjørt eitt gott arbeiði og hevur fylgt øllum spælireglum í royndum sínum at broyta vallógina. At enda vísir hann á, at tað er tingformaðurin, sum hevur stóra tign, sum einsamallur hevur tikið stig til at kanna møguleikan fyri at skipa landið sum eitt valdømi og sigur seg tí sita eftir við spurninginum, hví Norðlýsið kemur við “einvísari herferð móti tingmanni sjálvstýrisfloksins nú”.

Greinin hjá formanninum er eitt paradoks. Hon vísir greitt, at hann als ikki fatar ta andsøgn, sum er í, at samstundis sum hann nú um dagarnar í fólkaræðisins navni í fjølmiðlunum harðliga krevur millimeturrættvísi við at “øll mandat skulu kosta eins nógv”, og hann harvið vil sláa beinini undan veikastu økjunum í landinum, so sær hann als onki skeivt í, at ein lítil flokkur, við kanska bert einum umboði, skal vera tungan á vágskálini, skal hava “ómetaligan týdning, tekur ábyrgd og byggir land”. Formaðurin grettir ikki eitt orð um, at hesin eini í landsstýrissamgongu, sum júst er bygd á sama demokratiska prinsipp, sum samansetingin av tinginum, mangan kann vera samfelagnum “ein sera dýrur drongur”, tað hava royndirnar sanniliga lært okkum.

Formaður sjálvstýrisfloksins er “íspinnarin” til eina radikala broyting av vallógini, sum kann gerast ein vanlukka fyri Føroya land, serliga útjaðaraøkini. At onkur, ið hava skal tign, hevur tikið tráðin upp, broytir ikki henda veruleika, men kann tykjast margháttligt, serliga tá havt verður í huga, at landsstýrið arbeiðir við at “snøgga” vallógina til, helst við einari ávísari loysn við býti av eykamandatum. At motivið til radikalu broytingina hevur verið og framvegis er at sæta sær sjálvum politiskt, ella politiska fidusin “jerrymandering” við egnu orðum hansara, man vera lítil ivi um.

Enn hava vit ikki sæð haldgóð argument,ið tala fyri nevndu radikalu broytingini. Tvørturímóti er lítið trúvirði í tí, sum framborið er, og at t.d. kvinnur í útjaðaranum skulu styrkja sína støðu við møguleikanum at velja tær meira “sjónligu” kvinnurnar í miðøkinum er beinleiðis villeiðandi og láturligt.

At onkur við tign, og sum leggur dent á grundgevingina ikki at blanda lokalmál og landsmál saman, eisini í øðrum høpi kann koma við villum uppskotum, er seinasta uppskotið til býtishandil millum Føroya løgting og Býráðið í Havn talandi dømið um, tí hetta er júst samanvavstur av ringasta slag.

Vit fara framhaldandi at veita einsamalla tingmanninum og formanni sjálvstýrisfloksins blaðrúmd í Norðlýsinum, tað skylda vit fólkaræðinum.

Oliver Joensen, blaðstjóri