Í dag vóru nýggju húsini hjá Vimu og Jóannes Leivsgarð á Nólsoyar Páls gøtu reist.
Í dag vóru nýggju húsini hjá Vimu og Jóannes Leivsgarð á Nólsoyar Páls gøtu reist.
Av tí at ikki nógv arbeiðspláss er, eru sperrurnar nú reistar á gólvinum á ovaru hæddini og liðugt gjørdir kvistar settir uppá. Fyrst næsu viku, verða síðurnar reistar og verandi takkonstruktion lyft uppá.
So verandi sperrur skulu lyftast o.u. 2,4 m longu upp – hvør helvtin av tekjuni við kvisti á verður lyft í einum.
Roknað verður við, at handilin, sum skal vera í veghæddini, tekur ikki langa tíð at gera liðnan, meðan yvirhæddin, sum eru tvær íbúðir, tekur um ½ ár at gera liðugt. Ein spennandi og skjótur máti at byggja uppá.
Vónandi fær hesin nærmasti grannin til miðbýin í Klaksvik eisini onkran granna nýggjan á útfyllingini í næstum.




