Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rekamaðurin í arbeiði

Oliver Joensen

Hóast menn enn av og á fáa sær góðar rekar til høldar, so er ikki ofta at 18 metrar longur træbulur rekur inn á Borðoyarvík.

Óli á Eiðinum varnaðist hendan rekan um vikuskifti. Rekin lendi á Hellisenda, og fyrst varð at gera á rekan so hann ikki fór útaftur, eisini tí, at hann kann vera til stóran ampa fyri skipaferðsla og ikki minst fyri nógvu aliringarnar, ið liggja á Víkini.

Ídag, mánadagin, fór Óli so undir at baksast við tunga træið, at fáa tað teir umleið 2-300 metrarnar yvir á støðna, so høgligari var at saga tað sundur og at fáa tað inn í neystið at turka.

Óli brúkti ein enda, setti á rekan, eina talju bant hann í kaiina á Flesjum og so setti hann á við bili sínum, fyri at fáa rekan á sjógv. Tað gekk eitt sindur strævið í byrjanini og endin slitnaði, men eftir at hava lagt lunnar undir rekan, bar til við nýggjari roynd.

Tá rekin var komin á sjógv var ikki neyðugt við bilinum meira at draga, tá bleiv drigið við hond.

Eisini bóndin í Gerðum, Andras Joensen hjálpti til tað seinasta petti at keiini á Flesjum.

Gamalt er, at tá nógvur reki kom á Lambavík, Gøtuvík og Borðoyarvík, tá bleiv meira toskur at fáa. Men hetta skuldi vera træbular úr Sibiria, sum høvdu ferðast norður í ísin og síðani hendavegin. Tað sást á bulunum um teir høvdu verið í ísinum, tí tá var alt flensað uttanav teimum av viðferðini í ísinum. Teir gomlu hildu at hetta hevði eitthvørt við rákið at gera, sum eisini passaði toskinum væl.