Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Renna undan rættindunum hjá barninum til sín pápa og uppruna!

Hugin Skaalum

Hvussu ber til, at ein public service stovnur ikki setur rættindini hjá barninum á breddan, bæði áðrenn og eftir føðing, enn at renna á leistum fyri at virka fyri tí øvuta?

Í gjárkvøldið skrivar ein politikkari millum annað:

Hvussu megna fólk, at:

– skriva grein eftir grein eftir grein eftir grein um fosturtøku, uttan at nevna høvuðspersónin í hesum sorgarleikinum-  barnið?

– skriva upp og niður um kvinnurættindi, uttan so mikið sum at nevna barnarættindi?

…… og hvussu megnar sokallaða ”Amnesty” at ganga á odda í herferðini móti tí allarveikasta- ófødda barninum í móðurlívi?

Men hvussu kann tann politiska skipanin og felagsskapir sum Amnesty renna undan rættindunum hjá barninum tá ið tað er komið í verðina?

Føroyar hava tikið undir við heimsyvirlýsing um mannarættindi, har millum annað verður sagt: Tað verður at viðurkenna, at menniskjuni er virðing íborin, og at allir limir mannaættarinnar eiga somu ómissiligu rættindi – hóast hetta hava børn framhaldandi ikki rættindi til sín biologiska uppruna við føðing.

Hvussu ber til, at ein public service stovnur ikki setur rættindini hjá barninum á breddan, bæði áðrenn og eftir føðing, enn at renna á leistum fyri at virka fyri tí øvuta?

Í dag kann mamman eirindaleyst virka fyri, at fora barninum samveru við pápan og sínum uppruna, og harvið fremmandagera barnsins uppruna.

Hvussu kann tann politiska skipanin og ikki minst Amnesty miskunnarleyst lata slíkt brot verða framt mótvegis barninum og mannarættinda teirra, uttan at gera nakað við hetta?