Finalan í Vetrarkappingini 2007/08 verður í sambandi við Várkappingina í Runavík í morgin kl. 15.00
Vetrarkappingin kann av sonnum sigast at hava livað upp til navnið við bæði kulda, kava, hálku, stormi, ódnarveðri og enntá yvirflóð. Mannfallið hevur verið hareftir, og tíverri er ikki tann stóri spenningurin undan seinasta umfarinum leygardagin.
Tó so. Hjá dreingjunum er alstórur spenningur um, hvørt tað verður Regin Joensen ella Johannes Kristensen, sum loksins stendur ovast á sigurspallinum. Bert 11 sekund skilja teir undan seinastu 5 kilometrunum, so har kann alt henda. Teir renna báðir fyri Bragdið.
Tvær gentur eru, sum hava fullført fyrstu fýra umførini. Rebekka Fuglø úr Treystinum, er tó so mikið langt frammanfyri 3 ár yngru Bjørk Reynagarð Svabo úr Frælsinum, at kappingin í veruleikanum longu er avgjørd. Sama má sigast um kappingina hjá kvinnum, har bert óhapp kann forða fyri, at Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum fer at sigra á Fríðunn Steinberg úr Treystinum.
Hjá mans- og kvinnuunglingum eru tað bert ávikavíst Jan Elmar Sørensen úr Treystinum og Bjørk Herup Olsen, sum hava verið við øll fýra umførini, so tey skulu einans gjøgunumføra fyri at fáa sigurin í hús.
Í kappingini hjá monnum, skal illa vilja til, um ikki Guttorm Sørensen úr Treystinum fer við samlaða sigrinum. Hann hevur góðar sjey minuttir at geva av í mun til Andrias Hansen úr Bragdinum á øðrum plássi. Andrias hevur so aftur góðar tveir minuttir at geva av í mun til Borgar Biskopstøð úr Treystinum á triðja plássi.
Borgar er eitt smábarn í veteranhøpi, og hevur tí havt lutfalsliga lætt spæl í veteranbólkinum, har hann liggur til ein greiðan samlaðan sigur. Nummar tvey verður so super-veteranurin Regin Jóanesarson úr Bragdinum, sum viljasterkur hevur strítt seg gjøgnum øll umførini.




