Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reyði Krossur vil víðka um virksemið í Norðoyggjum

Jóhann Lützen

Skipað verður tí fyri einum tiltaki í Klaksvík mikukvøldið 11. september kl. 19:00 í Dávavirkinum, har tú kanst frætta meira um, hvussu tú kanst gera mun sum sjálvboðin í Reyða Krossi.

 

Reyði Krossur ynskir at víðka um virksemið í Norðoyggjum. Hóast vit hava verið virkin í Norðoyggjum í nógv ár, eitt nú við Vitjanartænastu, er tíðin komin at seta fótin undir fjølbroyttari virksemi og kanna nýggjar møguleikar.

Kom framvið og fá eitt gott prát. Vit bjóða ein kaffimunn og ein góðan køkubita frá Café Fríðu.