Reyðsfellstindur hevur longið staði á skránni hjá gongufelagnum, og leygarmorgunin fóru vit endiliga avstað.
Veðrið var av tí allarfagrasta og vit byrjaðu 25 fólk hugalig frá viðalundini á Selatræð brekkuna niðan á. Komin niðaná Eystroyarsillina, er landslagið variera valla, hella og nógvar tjarnir, so fylgdu vit Risagili og tóku síðstu brekkuna niðan á tindin, sum er 764m høgur og 20. hægsta fjall í Føroyum. Sum altíð í haganum er nógv at undrast á, vit sóu fleiri reiður, síl og harur og ikki at tala um stórslignu – ørðandi útsigtina, um tú toyrdi at hyggja útav – frá eggini og tindinum sjálvum. Omanaftur gingu vit sunnari og komin til bøgarðanar, vóru vit ein troyttur, men vælnøgdur skarði.
Vónandi verður næsta vika eisini góð til veður, tí tá verður Norðoyðastevnutúrurin.
Sìđsta ár gingu vit Stokksoyriđ, tað var ein stórsligin túrur, og undirtøkan var sera góð. Ì ár hava vit avgjørt at ársins tùrur verđur Kunoyafjall, sum viđ sìnum veldi verjir og prýđir okkara bý.
Túrurin verður eftir ætlan eitt kvøld í Norđoyastevnuvikuni ella á sjálvari Norðoyastevnu og fari verður niđan á Kunoyafjall og Galvskorafjall. Vit ynskja hampuligt veđur, og tá vit ikki eru harrar yvir tì, verđur tùrurin lýstur nærri ì norđoyastevnuvikuni.
Fylgi viđ á facebooksìđu okkara: Norđoya Gongufelag





