Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Rigga tangarnar til

Jóhann Lützen

Landsstýriskvinnan verður á Fugloyanni seinni í dag, tá íverksetanaravtalan millum Fugloyar kommunu, Magn, SEV og Strandferðsluna, verður íverkset.

Norðlýsið er á staðnum og hevur tikið nakrar myndir. 

Tangin við olju stendur á einum lastbil, sum síðan koyrir út til húsarhaldini at fylla í. 

Tangarnir hjá húsarhaldunum skulu verða fullir fyrst í september mánað, tí SEV vil raðfesta sínar egnu tangar í fall illveður verður. 

Merkisdagurin verður í dag kl. 13:30, og hevur fylgjandi skrá:

Amalia í Frammistovu, borgarstjóri bjóðar vælkomin.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna flytir fram røðu.

Olja verður latin til fyrsta kundan.

Aftaná bjóðar Fugloyar kommuna til ábit í lærarahúsinum á Kirkju.

Harleywoodpaint