Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rigga til á Skoytubreytini

Tekst og myndir: Dávur Winther

Menn frá Vegadeildini eru farnir í holtur við at gera girðingar kring skoytubreytina

Um veðrið háttar sær væl, sum tað sær út nú, kann skoytubreytin verða klár rundanum vikuskiftið komandi

Annars kann lesast á heimasíðuni hjá kommununi:

Upplatingartíðirnar á skoytubreytini 2022
(Skoytubreytin væntast at lata upp mánaðarskiftið november – desember)

Mánadag – fríggjadag: 15.00 – 20.00
Leygardag: 10.00 – 20.00
Sunnudag: 15.00 – 20.00

Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08.00 til. 15.00. Prísur fyri at leiga skoytubreytina er 800 kr pr. tíma. Eru talið á vitjandi omanfyri 25 fólk, eru kostnaðurin 1200 kr. pr. tíma.

Á facebooksíðuni, Skoytubreytin í Klaksvík, ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina. Til ber at skriva umvegis boðklivan, um áhugi er at leiga skoytubreytina, sum kann leigast gerandisdagar frá kl. 8.00 til 15.00. 

Fyrispurningar kunnu eisini sendast til skoytubreyt@klaksvik.fo.