Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rigga til asfaltering í miðbýnum

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Ein partur frammanfyri Biskupstorg, sum hevur verið lagt við grúsi, verður nú asfalteraður, so parkeringsøkið verður fram við vegnum her inn móti flisalagda túninum.

Eisini verða kantar gjørdir aftur frá gravingini fyrr í vár av veit til sjóhitskipanini til m.a. Mentanarhúsið. Tí verður eisini leiðingsveitin í túninum frammanfyri Politistøðina og har, sum bussarnir steðga, asfalterað í næstum.

Fyribils verður riggað til, kantar gjørdir og undirlagið fest, so til ber at asfaltera – helst í næstu viku.