Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ríkisfelagsskapurin skal varðveitast, styrkjast og mennast

Edva Jacobsen

 

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum fult og heilt gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum, aðrir flokkar eru sera lunkaðir hesum viðvíkjandi.

Vit í Sambandsflokkinum ynskja eina greiða, sterka og semjusøkjandi føroyska rødd á Fólkating, til gagn fyri alt Føroya fólk, bæði úti og heima.

Nøkur av mongu hjartamálunum

– Styrkja og menna útbúgvingarmøguleikar og sosial rættindi

– Tryggja framhaldandi SU til okkara ungu, bæði í Danmark og øðrum londum

– Áhaldandi styrkja sambandi millum ung í rikisfelagsskapinum

– Styrkja og menna heilsusamstarvið millum Føroyar og Danmark

– Arbeiða fyri at beina burtur markaforðingar

– Arbeiða fyri, at føroyska og danska løgreglan skulu javnsetast

Eg brenni fyri at kunna arbeiða við mínum mongu hjartamálum , um tað verður víst mær álit til tess. Eg fari ti inniliga at heita á teg, um at fara á val og geva mær tín stuðul, so mín møguleiki at umboða teg á Fólkatingi kann gerast verðuleiki. Hvør atkvøða ger mun – eisini tín!

X við Edvu Jacobsen

Takk fyri og gott sambandsval!