Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Rikka 40 ára starvsdag

Oliver Joensen

40 ár eru liðin síðani Henrikka Dánjalsdóttir byrjaði í starvi hjá Norðoya Apoteki

Rikka byrjaði 7.desember 1981 sum hjálparfólk. Í 1984 fór hon í læru sum apoteksassistent og bleiv hon útlærd í 1987.

Burtursæð frá tveimum útstationeringum í samband við útbúgving, har hon var á Tjaldurs Apoteki og á einum apoteki í Ebeltoft, hevur hon einans starvað á Norðoya Apoteki.

Mong munnu kenna Rikku frá skrankanum, har hon avgreiðir viðskiftafólk og upplýsur um apoteksvørur og teirra nýtslu.

Umframt tað svarar Rikka fyrispurningar í vekslaranum, fremur ordrar til skipskistur og arbeiðir fyri arbeiðstrygd sum okkara trygdarumboð.

Vit á Norðoya Apotek ynskja Rikku hjartaliga tillukku og ynskja henni alt tað besta framyvir.