Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Rimmar Flokksmanna Riv

Johan Mortensen

Í okkara skjott vaksandi ferðamannavinnu og i  tosinum um hvussu útjaðarin kann mennast er tað stuttligt at síggja hvussu væl Símun og Jastrid Gullaksen duga at gagnnýta og menna teirra festi úti í Hattarvík.

Teirra kanska kendasta tiltak er árligi Flokksmannadagurin í juli har fólk hava høvið at nýta vakru Fugloynna og fáa eina stóra gastronomiska uppliving eisini. Flokksmannadagurin hevur skjott nøkur ár á baki, men har økist luttakaratalið hvørjaferð.

Eisini fyriskipa Simun og Jastrid vælumtóktar utferðir til Fugloynna fyri feløg og stovnar gjøgnum summarið.

Seinastu árini hevur Símun  eisini fyriskipað røst rivjakvøld í November á Gamla Seglhusinum.

Seinasta vikuskifti vóru soleiðis tvey fullsett og sera væleydnaði og vælsmakkandi rivjakvøld við sangi og undirhaldi og skemti, Afturvið rivunum úr Hattarvík vóru sera góð eplir ur Fugloynni og sum vant góður løgur frá Anniku Waag.

Sum sagt hava Simun og Jastrid ment eitt sera spennandi koncept við støði i Fugloynna og hóast veturin nu nærkast,  so er man longu farin at gleða seg til Flokksmannadagin fyrst i komandi Juli mánaða tá vit aftur hava sól og summar.

 

 

 

Harleyfacadeacryl