Skattaárið hjá Klaksvíkar kommunu byrjar sera væl, tí inntøkan í januar mánaða er økt 20% í mun til somu tíð í fjør
Flest allar kommunurnar merkja stóra framgongd, sí talvuna niðanfyri. Vit hava ikki fingið uppspurt orsøkina til stóra vøksturin, men tølini kundu bent á at ein sokallað regulering er gjørd av TAKS.
Av øðrum orsøkun kunnu nevnast at heimaflotin hevur sera góðan fiskiskap og eisini at flest allir almennir lønarbólkar hava fingið lønarvøkstur.





